Vinna

Finnur Fríði skal landa lodnu til Pelagos

...

2018-03-01 09:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð eftir middag við 900 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa til Pelagos.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir høvdu fínasta veður í gjárkvøldið, og roknaðu við góðum veðri allan vegin heim.

Sera nógv lodna er at síggja allastaðni, okkurt skip fiskaði útfyri Norðurlandinum, nógv á Suður- Eysturlandinum og eisini nógv á Suðurlandinum, sagt var eisini at lodnan er væl fyri.

Finnur Fríði hevur fiskað lodnukvotuna fyri í ár, teir fara tí á svartkjaft tá ið teir hava landað.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder