2018-12-18 13:45

Finnur Fríði, sum hevur verið til makrelfiskiskap vestur úr Hetlandi, kom á Runavík eftir middag, har teir verða liggjandi, til teir fáa landingartørn á Tvøroyri, í løtuni landar Tróndur í Gøtu 1.200 tons til Varðin Pelagic, Finnur Fríði sleppir framat, tá ið Tróndur er liðugur at landa.
Finnur Fríði hevur 1.600 tons, tað er góður makrelur skipini fingu á hetlandsleiðini - støddin lá um 400 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald