2018-04-09 14:37

Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í morgun við 1.500 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, og Tróndur í Gøtu kemur á Fuglafjørð um 5 tíðina í dag við 1.900 tonsum. Finnur Fríði verður liðugur at landa kl. 2 í nátt og tá sleppir Tróndur í Gøtu framat.
Teir hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi, enn er ikki nógv at síggja, men fiskiskapurin í føroyskum sjógvi plagar at taka seg orduliga upp ímillum 10. og 15. apríl, so vónandi verður meira at fáa seinni í vikuni.
??ll tey føroysku skipini royna har suðuri, eisini eru eini 12 russisk skip á leiðini og harafturat nøkur íslendsk, so tilsamans royna fleiri enn 20 skip eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald