Vinna

Finnur Fríði landar lodnu á Tvøroyri

...

2017-02-15 14:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði kom á Tvøroyri fyrrapartin við 1.100 tonsum av lodnu, sum teir landa til Varðin Pelagic.

Finnur Fríði hevur roynt tætt útfyri Vopnafirði á Eysturlandinum.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Finn Fríða, teir siga, at tað er góð lodna, sum teir hava - 28 fara til eitt kilo. Eisini er lodnan væl fyri, rognaprosentið liggur um 16%, vanliga plaga teir at byrja at taka rogn, tá ið prosentalið kemur uppá 22%

Sjógvurin við Ísland er eini 2 stig heitari í ár enn undanfarin ár, tað hevur tað við sær, at lodnan er væl fyri, tí rokna teir við, at lodnan fer at gýta tætt vestur úr Oyggjunum - vanliga plagar lodnan at gýta á Vestfirðum.

Finnur Fríði verður liðugur at landað hóskvøldið, tá fara teir aftur til Íslands á lodnuveiðu.

Í løtuni eru bara tvey føroysk skip á lodnuveiðu, tey eru: Høgaberg og Norðborg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder