Vinna

Finnur Fríði landar í Fuglafirði

...

2014-03-18 20:39 Author image
placeholder

 Finnur Fríði sást fyri vágnum her í Sandavági um 8-tíðina í morgun (sí mynd niðanfyri) - um 10-tíðina komu teir á Fuglafjørð og byrjaðu at landa beinanvegin. Finnur Fríði er fullfermdur, teir hava uml. 2.500 tons av svartkjafti.

Í kvøld kemur Tróndur í Gøtu eisini við uml. 2.500 tonsum og í morgin kemur Jupiter, teir hava eisini um 2.500 tons.

Christian í Grótinum, sum hevur landað 2.000 tons á Fuglafirði, loysti í gjárkvøldið, teir eru á veg vestur um Írland, har bara Næraberg er av føroyska flotanum.

Myndina omanfyri tók Jón Thomsen í morgun. - sí eisini myndirnar niðanfyri, sum eru tiknar um 8-tíðina í morgun, har er Finnur Fríði í Skopunarfirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder