Vinna

Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í gjár við fullari last

...

2018-03-31 08:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í gjár við fullari last av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún. Christian í Grótinum skal byrja at landa eftir middag í dag, tá íð teir eru liðnir í morgin, tá sleppir Finnur Fríði framat.

Finnur Fríði hevur roynt í ES-sjógvi vestur úr Hebridinum.

Einki av føroysku skipunum er á feltinum, men fleiri russisk skip royna í føroyskum sjógvi sunnanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder