2018-12-11 19:59

Finnur Fríði, sum hevur verið til makrelfiskiskap vestur úr Hetlandi, er á veg á Tvøroyri við 1.300 tonsum av makreli.
Vit á JN.fo hava tosað umborð í kvøld, teir siga, at tað er góður makrelur teir koma við.
Finnur Fríði verður á Tvøroyri fyrrapartin í morgin, teir sleppa at landa hósdagin.
Nú vóru bara Norðborg og Fram eftir á leiðini vestur úr Hetlandi.
Finnur Fríði fer aftur á makrelveiðu, tá ið teir eru liðnir at landa seint leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald