2013-07-31 02:07
Finnur Fríði siglir inn við 1.600 tonsum, harav 1.000 tons er makrelur og 600 tons er sild, teir hava hendan túrin samtrolað við Tummas T. Finnur Fríði fer á Kollafjørð við lastini, teir verða á Kollafirði kl. 2 í nátt og sleppa tá framat at landa beinanvegin, í løtuni landar Slættaberg á Kollafirði.
Skipini eru flutt longur eysturá at royna, teir siga, at tað er bæði nógvur makrelur og sild at síggja norðanfyri, og at fiskurin er í góðum standi nú.
Veðrið hevur verið av tí besta teir seinastu dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald