2018-11-24 18:30

Finnur Fríði setti á middegi kós móti Føroyum, teir hava fiskað sild norður ímóti 69N, har eisini Norðborg og Jupiter eru, Fagraberg er áveg norður hagar og russiska skipið Kapitan Gorbachev er eisini har á leiðini, tað er í altjóða sjógvi, teir fiskað.
Vit á JN.fo hava tosað umborð á Finn Fríða fyri løtu síðan, teir hava 1.300 tons av sild, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri sunnukvøldið. Á Varðanum Pelagic er turt gólv í løtuni, so teir sleppa at landa beinanvegin teir koma inn sunnukvøldið.
Veðrið er gott norðanfyri, eisini verður gott veður um vikuskiftið, men seinni í komandi viku verður vindur aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald