2014-02-22 05:09
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Fyrr í dag skrivaðu vit, at Norðborg hevði fiskað sín part av lodnukvotuni, Norðborg verður á Klaksvík leygarmorgunin.
Í kvøld hevur Finnur Fríði sett kós móti Føroyum, teir hava eisini verið á lodnuveiðu undir Íslandi, vit vita ikki í løtuni hvat Finnur Fríði hevur, men teir landa á Tvøroyri sunnudagin.
Nú eru bara Jupiter og Tróndur í Gøtu eftir á lodnuveiðu, Tróndur í Gøtu hevur verið á Tvøroyri og landa, teir koma á fiskileið aftur í nátt. Lodnan er nú komin vesturum í Faksaflógvan og Breiðafjørð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald