Leygardagin 5. mai kl. 14.00 letur forkunnug málningaframsýning upp í bygdahúsinum á Strondum. Tað er Finnleif Mortensen sum sýnir fram. Málningaframsýningin hevur fingið heitið ???Tankastrok???.
Málningaframsýningin verður opin leygardagin 5. mai og sunnudagin 6. mai.
Finnleif Mortensen er uppvaksin á Argjum. Hansara fyrsta framsýning var ólavsøkuframsýningini í 1985, og síðani tá hevur hann havt nógvar framsýningar bæði í Føroyum og Danmark.
Málningaframsýningin ???Tankastrok??? samarbeiðir eisini við Tjóðpall Føroya, sum spæla leikin ???Mín fantastiska skilsmissa??? á Strondum leygardagin 5. mai kl. 18.00. Tey ið keypa atgongumerki til leikin, fáa møguleika at vitja framsýningina bæði áðrenn leikin og í steðginum.
Framsýningin er opin soleiðis:
Leygardagin 5. mai kl. 14.00-18.00 + í steðginum hjá ???Mín fantastiska skilsmissa???.
Sunnudagin 6. mai kl. 14.00-18.00
Møguligt verður at keypa kaffi/te við onkrum góðum afturvið ímeðan framsýningin er, samskipa av StÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald