Í sambandi við Umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu verður evniskvøld um burturkast á Reinsarínum í kvøld kl. 19.00.
Á evniskvøldinum kemur eitt nú Døgg Durhuus at greiða okkum frá Zero Waste lívsstílinum. Í fimm ár hevur Døgg livað heldur øðrvísi enn tey flestu, og hevur nærum einki burturkast.
Skráin fyri evniskvøldinum sær soleiðis út:
???Skilir tú????. Fyrilestur við Beintu Højgaard Thomsen, Umhvørvisfólki á Kommunalu Brennistøðini.
???5 ár uttan burturkast???. Fyrilestur við Døgg Durhuus, sivilverkfrøðing.
???Ábyrgd???. Fyrilestur við Ingilín Strøm.
Livandi tónleikur við Marius Ziska.
Umhvørvisstuðulin verður latin, somuleiðis Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu og Grøna gávan frá etika.
Tiltakið er ókeypis. ??ll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald