Vinna

Fíggjarætlanin fyri 2019 samtykt

...

2018-11-27 07:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 26. nov. 2018 fíggjarætlanina fyri 2019.

Vágs kommuna hevur seinastu árini lækkað skattaprosentið við 1,30 prosentstigi, úr 23,25% niður í 21,95%, sum eisini verður kommunuskattaprosentið komandi ár. Barnafrádrátturin hækkaði 1. januar 2017 til 4.500 kr. og verður barnafrádrátturin eisini 4.500 kr. í 2019.

Høvuðstøl í fíggjarætlanini

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru í 2019 mettar at verða 62,9 mió. kr. Høvsuðinntøkurnar fevna um persónsskatt, partafelagsskatt og flyting frá Landinum í samband við eldraøkið, sum varð flutt til kommunurnar at umsita í 2015.

Inntøkurnar frá persónsskatti eru í 2019 mettar at verða 42,0 mió. kr. Partafelagsskatturin er mettur til 2,2 mió. kr. og inntøkurnar frá eldraøkinum 16,7 mió. kr.

Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni er í 2019 mettur at kosta 56,4 mió. kr. Vágs kommuna fer í 2019 at gera íløgur fyri 3,4 mió. kr.

Í 2019 fer Vágs kommuna í 2019 at rinda 3,1 mió. kr. aftur í skuld, sum er nakað meiri enn í 2018. Renturnar eru í 2019 mettar til av verða 0,3 mió. kr.

Bókaða nettoskuldin hjá Vágs kommunu er d.d. umleið 28,5 mió. kr. Skuldin hjá Vágs kommunu veksur fyrst í komandi árið við yvirtøkuni av Páls Høll við umleið 14 mió. kr., soleiðis at nettoskuldin tá verður umleið 42 mió. kr. og verður nettoskuldin tá góðar 0,9 álíkningar.

Raðfestingar í 2019

Stórur partur av íløgunum í 2019 fara til tekniska økið, har m.a. spillvatnsskipanin og dagføringar av vegakervinum sum heild eru raðfest. Í 2019 verður eisini hildið áfram at betra um atkomumøguleikarnir til bústaðarøkir í kommununi, umframt at arbeiðið við ferðslutrygdarætlanini, sum er skipað í samstarvi við Landsverk og løgregluna, heldur áfram. Í 2019 verður farið undir at dýpa fjørðin, eitt arbeiðið sum ikki er gjørt síðani einaferð miðskeiðis í 1980unum.

Eins og undanfarin ár er mentunar- og ítróttarøkið eisini raðfest. Í 2019 verður Ungdómshús keypt, soleiðis at ungdómurin í Vági fær best gjørligu umstøður. Íløgur verða eisini gjørdar í Vágs skúla, í framhaldandi dagføringar og nýgerð av spæliplássum í býnum. Komandi ár verður eisini bøtt um umstøðurnar hjá Vágs Kappróðrarfelag, sum flytir í nýggj hølir á havnarlagnum í Vági, har dráttur nú verður gjørdur.

Í Heilsumiðstøðini verður seinasti parturin av dagføringini av ventilatiónini gjørd og eru karmarnir í Heilsumiðstøðini nú framúr góður við nýggjum hølum til kommunulæknar og aðrar heilsutænastur í Heilsumiðstøðini.

Í 2019 verður hildið áfram á grønu leiðini hjá Vágs kommunu. Komandi ár verða gjørdar útbyggingar á byngjuplássinum sum skulu føra við sær, at størri skiljing kann fara fram á byngjuplássinum, soleiðis at alsamt meiri kann fara til endurnýtslu. Hildið verður eisini áfram at skifta gomlu gøtuljósini út við nýggjar pelar við LED-ljósum, sum førir við sær minni streymnýtslu.

Ein partur av virkseminum hjá dugnaliga tekniska toyminum hjá Vágs kommunu fevnir um at fríðka um í býnum, og í 2019 verður hildið áfram við hesum arbeiðinum. Farið verður eisini undir at víðka kirkjugarðin komandi ár.

Spennandi útlit fyri komandi árini

Hóast avbjóðingar eru í Suðuroynni ??? eisini í Vágs kommunu ??? við m.ø. gongdini í fólkatalinum, so ganga vit einari spennandi framtíð á møti, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Við øktum virksemi á havnarlagnum í Vági, bæði innan kryvjivirksemi hjá Bakkafrost, sum flutti í nýtt virkið í heyst, og nýggjum virksemi á pelagiska økinum, er líkt til, at havnarlagið í Vági aftur fer at verða eitt stað, har nógv fólk fara til arbeiðis ??? og hetta gleðast vit sjálvsagt um, sigur borgarstjórin.

Alt bendir eisini á, at 2019 verður eitt ár, har fleiri størri byggiverkætlanir fara ígongd í Vági og í Suðuroynni. Ítróttaháskúlin í Suðuroy er komin væl áleiðis við ætlan um nýggjan skúlabygning, umframt at Bústaðir, í samstarvi við Ítróttaháskúlan, eru ávegis við nýggjum næmingabústaði til Ítróttaháskúlan. Bakkafrost hevur eisini boðað frá, at farið verður undir at byggja nýggja smoltstøð í Suðuroynni fyrst í komandi árið.

??tlitini fyri øktum virksemi í Vági og í Suðuroynni eru sostatt góð og er tað mín vón, at hetta fer at verða fólkinum í Vági og í Suðuroynni sum heild at frama, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Vágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder