Tíðindaskriv:
Countryfestivalur í minni útgávu í ár
Sørvágs Country & Blues Festivalur verður hildin sum ætlað 11. og 12. juni í ár.
Tað verður tó í eini nakað avmarkaðari útgávu enn ætlað, tí tað verða bert føroysk nøvn á festivalinum í ár.
- Vit gera eina minni útgávu av festivalinum í ár. Tað verða tíggju góð nøvn ??? øll føroysk ??? og tað verður bert ein pallur, sum kemur at standa á økinum á Dungasandi uttan fyri dansistovuna, sum hann plagar, sigur Allan Samuelsen, leiðari fyri festivalin.
Stór óvissa hevur verið um, hvørja lagnu festivalurin fekk í ár orsaka av koronastøðuni. Men á fundi í vikuni gjørdi nevndin fyri festivalin av, at halda ein avmarkaðan festival í ár, tí tað ikki er møguligt at fáa tey ætlaðu útlendsku nøvnini til Føroya. Sjálvt festivaløkið verður eisini nakað minni enn tað plagdi at vera.
- Vit hava tí avgjørt, at atgongumerkini, sum eru keypt í forsølu til festivalin, verða galdandi fyri festivalin í 2022. Hetta er galdandi bæði fyri tey atgongumerkini, ið eru keypt í forsølu í ár og fyri tey, sum vórðu keypt í fjør, tá vit máttu avlýsa festivalin.
- Tey, ið ynska at uppliva festivalin í ár, mugu keypa nýggj atgongumerki. Hesi verða sett til sølu í næstum, , sigur Allan Samuelsen.
Viðvíkjandi kamping, so verður tað tær góðu umstøðurnar á Breiðagrasinum, sum tað plagar at vera.
10 framførslur
Tað verða tíggju framførslur á countryfestivalinum í ár, fimm fríggjakvøld og fimm leygarkvøld.
Allar avtalur eru ikki endaliga komnar upp á pláss enn, menn fýra av nøvnunum, sum hava játtað at koma, eru øll garvað kend nøvn á føroyska countrypallinum: Hallur Joensen, Spaðar5, Magni Christiansen og Signar í Homrum, sum kemur á festivalin við einum Eagles-tema.
So skjótt sum hinar avtalurnar eru endaliga staðfestar, og prísurin fyri atgongumerkini í ár er fastlagdur, verður meira at frætta um Sørvágs Country & Blues Festival 11. og 12. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald