
Starvskarmar- og innihald
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum.
Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og at tey eru miðdepilin í teimum heilsutiltøkum, sum kunnu basa ella minka um váðafaktorar hjá borgaranum.
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsuhjálparum og heilsurøktarum í tíðarskeiðnum frá 01. juni til 31. august 2018
Til Miðstovu og Uppistovu. Búeindir á Sýnini.
Til Rehabiliteringsdeildinina. Rehabilitering, umlætting og palliatión.
Til Heimasjúkrarøktarfrøðina og Heimahjálpina. ??tiøkið.
Til Køkin og Reingerð. Á Sýnini
Førleikakrøv
??? Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
??? Prógv og autorisatión sum Heilsurøktari
??? Prógv sum Heilsuhjálpari
Vit bjóða
??? Spennandi størv har virkisøkini eru broytt í nýggjum bygningi og nýggjum bygnaði.
??? Innleiðslu
??? Allir avloysarir fáa undirvísing fyrst í juni í demens, palliatión og rehabilitering.
.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Upplýsingar um størvini
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Heimatænastuna á tlf. 793200 millum kl. 10.00 ??? 13.00.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Heimatænastuna í Vágum
Kálvalíðvegur 2
FO-370 Miðvágur
ella til teldupostadressuna[email protected]
Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 10 apríl 2018 kl. 12.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald