JN

Ferðsluvanlukka í Sørvági kravt eitt mannalív

....

2014-02-16 14:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjárkvøldið kl 22:23 fekk alarmasentralurin fráboðan um, at ein 69 ára gamal maður var ákoyrdur í Varðagøtu við kommunuskrivstovuna í Sørvági. 

Tann 69 ára gamli maðurin gekk av ókendum orsøkum beint út fyri ein bil. Hóast skjót hjálp kom á staðið, stóð maðurin ikki til at bjarga og doyði av løstunum hann fekk.

Politiið kannar nú orsøkina til óhappið.

Avvarðandi eru kunnaði.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder