31.juli 2013 tók eg hetta filmsbrot upp við mínari IPHONE. Á veg til Klaksvíkar komu vit í henda stóra ferðslupropp millum báðar Norðoyartunnlarnar. Eitt satt kaos av risa stórum vinnuakførum, bussar við ferðafólki og hópin av persónbilum við børnum, vaksnum og familjum. Nøkur høvdu og enn stóðu fleiri føst inni í tunnlinum. Tá tvey ella fleiri av hesum risaakførum møtast inni í tunnlunum, ...kunnu tey ikki brúka víkjuplássini. Einansti máti er at bakka, og við langum hala av akførum aftan er hetta alt annað enn lætt - ja, hetta er lívshættisligt og ábyrgdaleyst. Ringdi til løgregluna, sum seinni kom á staðið. Tók langa tíð at greiða. Tíbetur spældi hetta væl av hesu ferð - Men hvat hendur næstu ferð?? Skal stóra ólukkan henda áðrenn politiiski mynduleikin og Landsverk vakna??? Góðu tit, tað er skylaleyst at gera Viðareiðistunnilin, áðrenn hesir skjótt 50 ára gomlu tunnlar eru gjørdir forsvarligir at koyra ígjøgnum ella nýggj leið verður gjørd.. Ferðslan skal jú fyrst gjøgnum hesar, áðrenn nakað av henni fer viðari gjøgnum Viðareiðistunnilin. Nógva tunga ferðslan kemur av nógv økta vinnuvirkseminum í Hvannasundið. Mær tykist hetta er ábyrgdarleyst við stórum stavum. Vónandi síggja okkara politikkarar og Landsverk hesar myndir - tiknir tilvildarligar ein vanligan seinnapart, skrivar Zacharis Hammer á facebook.
Sí filmsbrotið -
https://www.facebook.com/photo.php?v=10200396030443487&set=vb.1237429676&type=2&theater
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald