JN

Ferðafólkatalið um Vága Floghavn øktist við 9,9% í februar

...

2014-03-07 21:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ferðafólkatalið um Vága Floghavn økist alsamt - í februar í ár ferðaðust 12.686 fólk um Vága Floghavn, tað eru 1.142 fleiri enn í februar í fjør, tá ið ferðafólkatalið var 11.544 ferðafólk, økingin svarar til 9,9%.

Í januar og februar í ár hava tað tilsamans ferðast 28.284 ferðafólk um Vága Floghavn, sama tíðarskeið í fjør var talið 25.922, tað er ein munur uppá 2.362 ferðafólk, økingin svarar til 9,1%

Sí annars hagtølini frá Vága Floghavn niðanfyri.


MánaðiFerðafólk íalt%-vís mðr broyting 2013Higartil%-vís mðr broyting 2013
jan155988,5155988,5
feb126869,9282849,1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder