Vinna

Ferðafólkaøkingin í september var 12,6%

...

2013-10-08 21:39 Author image
placeholder

 Tað var ein stór øking við ferðafólkatalinum í september 2013, um samanborðið verður við september 2012.

Í september 2013 ferðaðust 20.207 ferðafólk um Vága Floghavn í semtember í fjør var ferðafólkatalið 17.951, tað er ein øking uppá 2.256 ferðafólk, sum í % svarar til 12,6%

Higartil í ár hava 186.433 ferðafólk ferðast um Vága Floghavn, sama tíðarskeið í fjør var talið 175.348, tað eru sostatt 11.085 fleiri higartil í ár, økingin svarar til 6,3%.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder