JN

Ferðafólk fall í deyðan

...

2013-10-10 17:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólk í ferðavinnuni í Stavanger hava leingi borið ótta fyri, at hetta fór at henda, og nú hendi tað so. Ein spanskur ferðamaður var áhaldsin og datt útav


Preikestolen er kent ferðamál, og bara í ár rokna tey við, at umleið 200.000 ferðafólk hava nýtt høvið at ganga niðan á hann. Fólk í ferðavinnuni hava leingi borið ótta fyri, at tað fór at enda galið, tí fleiri og fleiri taka sær óráð fyri og sita við beinunum útav.

Spanski ferðamaðurin var saman við trimum øðrum, men eingin sá hann, tá hann fór útav týsdagin. Tey hoyrdu bert róp frá honum og so var hann horvin. Ein bjarginartyrla var seinni eftir líkinum, sum varð funnið undir Preikestolen.

Preikestolen er góðar 600 metrar yvir havinum, tað skrivar 123.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder