JN

Fekk frikadellur frá kokkinum á Birtingi

...

2014-05-31 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ávegis av fiskifeltinum  kom íslendska skipið Birtingur framvið Northern Reach, glastrevjabáturin hjá Chris Duff, sum rør einsamallur úr Føroyum til Íslands og ætlar at halda fram til Grønlands og so til N. Ameriku - Northern Reach fór av Vestmanna fyri einu víku síðan.

Umborð á Birtingi hevði kokkurin frikadellur á pannuni, manningin setti bát út, soleiðis at Chris Duff fekk heitar frikadellur til døgurða - tað kom helst væl við hjá Chris Duff, sum nú nærkast Íslandi.

Helgi Freyr ??lason, sum eigur myndirnar, skrivar á Facebook:

Hittum þennan einfara á leiðinni heim af Færeyjarmiðum. Hann fúlsaði ekki við nýsteiktum fiskibollum frá mér
Góðhjörtuð áhöfnin á Birting! færðum þessum Bandaríkjamanni fiskibollur frá kokknum 120mílur frà landi! hann var ægilega glaður með það:)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder