Oljan.fo skrivar:
Faroe Petroleum hevur saman við Statoil og øðrum feløgum funnið olju á Snilehorn leitimiðnum í Norskahavinum. Felagið eigur 7.5% av Snilehorn leitimiðinum. Statoil er fyristøðufelag. Bæði Statoil og Faroe Petroleum boðað frá fundinum í morgun.
Byrjað varð at bora 18. september, og miðað varð at finna olju í jarðgoymslum líkar Hyme oljukelduni
nærhendis. Høvuðsbrunnurin fann oljustólpur uppá tilsamans 191 metrar, meðan síðusporsbrunnurin fann
oljustólpur uppá tilsamans 124 metrar. Fyribils greiningar meta, at goymslan av olju, sum kann útvinnast, er
ímillum 57 og 101 milliónir av tunnum til støddar. Hetta svarar til 4-8 milliónir tunnir netto fyri Faroe
Petroleum.
Borað varð niður á 3.400 metrar. Songa Trym boripallurin varð nýttur til boringina, sum Statoil stóð fyri.
Brunnurin verður nú typtur, sum ætlað.
Snilehorn fundið liggur 4 km frá Hyme oljukelduni, sum liggur 19 km frá Njord framleiðslueindini, ið Hyme
er íbundin í. Faroe Petroleum eigur eisini 7.5% í bæði Hyme og Njord. Framleiðsla byrjaði á Hyme bert 3,5 ár
eftir, at ein leitibrunnur varð boraður á miðnum.
Graham Stewart, forstjóri sigur í viðmerking, at felagið er sera fegið um at kunna boða frá einum týðandi
fundið á Snilehorn leitimiðnum. Snilehorn er annar leitibrunnurin í Norskahavinum í ár, har felagið hevur
rakt við kolvetni ??? hin brunnurin er Rodriguez. Møguleiki er fyri at knýta Snilehorn fundið í Hyme
eindina nærhendis, sum er ein bílig og skjót útbyggingarloysn.
"Snilehorn fundið er ein framúr byrjan uppá boriverkætlanina fyri tað næsta tíðarskeiðið. Næsti brunnurin í hesi verkætlanini, sum fevnir um 6 brunnar,
er Novus, og vit fegnast eisini um, at boringin á Novus leitimiðnum er byrjað."
Statoil, sum eigur 35% í Snilehorn, sigur á síni heimasíðu, at fundið kann fáa stóran týdning fri alt Haltenbankøkið. Tað gevur eina ábending um, at tað møguliga finst meira olja í hesum økinum enn higartil hildið. Hini feløgini, sum eru við, eru GDF SUEZ E&P Norge AS (20 prosent); E.ON E&P Norge AS (17,5); Core Energy AS (17,5); Faroe Petroleum Norge AS (7,5) og VNG Norge AS (2,5).
Keldur
Statoil
Faroe Petroleum
Choppen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald