2021-06-11 09:15
Fólkakirkjan: Í tíðindaskrivi í kvøld boðar løgmaður m.a. frá: ???at landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni. Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan.???
Hetta merkir, at størri almenn ??? og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Tí verður mett, at farast kann í kirkju komandi sunnudag 13. juni 2021.
Fólkakirkjan heldur seg til almennu tilmælini. Víst verður til galdandi tilmæli, sum eru boðað frá í skrivi til kirkjuráðini og sóknarprestarnar dagfest 16. apríl 2021.
Vinaliga heilsan
Við ynskjum um Harrans signing
Uni Næs,
virkandi biskupur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald