Mentan

Familjuguðstænasta í Miðvágs kirkju 2. Páskadag

...

2018-04-01 08:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

2. Páskadag, 02.apríl kl. 11.00, vilja vit bjóða øllum at koma í Miðvágs kirkju til eina hugnaliga familjuguðstænastu, tá

eru øll børn vælkomin at hava eitt egg, sum tit sjálvi hava málað, við í kirkju. So leggja vit eggini í eina kurv frammi í kór, soleiðis at øll síggja tey. Prestur fer síðan at greiða frá søguni um eggini á páskum, og hvat tað var, sum Jesus gjørdi fyri okkum páskamorgun, tá grøvin sterka rivnaði og Jesus reis upp.

Tit sleppa at taka tykkara egg við heimaftur til húsa, so tit kunnu rulla tey uppi í bønum eftir guðstænastuna, ella nær og hvar tit vilja. Afturfyri fáa tit, tvs børnini, eitt sjokolátaegg frá Miðvágs kirkju.

Tit skulu taka1 málað egg pr. barnvið heimanífrá, og tit taka tað við heimaftur eftir guðstænastuna.

Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag saman.

Hjartaliga vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder