2018-03-27 12:22

Føroysku svartkjaftaskipini hava havt góðan fiskiskap eftir svartkjafti í ES-sjógvi vestur úr St. Kilda. Fagraberg, Tróndur í Gøtu og Christian í Grótinum eru allir áveg á Fuglafjørð við fullari last, teir skulu landa til Havsbrún.
Tróndur í Gøtu og Fagraberg verða inni tíðliga í nátt og Christian í Grótinum verður inni fyrrapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald