Vinna

Fagraberg kemur inn við motortrupuleikum

...

2018-12-14 07:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fagraberg kemur á Fuglafjørð við motortrupuleikum. Fagraberg hevur roynt eftir svartkjafti suður úr Føroyum, men mátti bróta túrin av tí teir fingið motortrupuleikar. 

Fagraberg fekk 500 tons av svartkjafti henda túrin, sum verður landaður til Havsbrún í Fuglafirði. Fagraberg sleppir framat at landa, tá ið liðugt er at landa Borgarin, umborð á Fagraberg væntaðu teir tað vera um 14 tíðina í dag.

Tað fara væntandi at ganga nakrir dagar áðrenn Fagraberg fer aftur til fiskiskap, tí teir skulu loysa motortrupuleikarnar áðrenn.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder