Vinna

Fagraberg fullfermdur av svartkjafti

...

2014-04-06 02:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fagraberg siglir inn fullfermdur av svartkjafti - uml. 3.000 tons, teir fóru at sigla seinnapartin í dag og verða væntandi á Fuglafirði seinnapartin sunnudagin, har teir fyrst skulu bunkra. Teir sleppa ikki framat at landa fyrrenn seint mánakvøldið.

Fagraberg byrjaði túrin í altjóða sjógvi, men har var lítið at síggja, síðan fóru teir í ES-sjógv, teir hava havt gott fiskarí síðan teir komu í ES-sjógv. Nú seinast á túrinum royndu teir í ein útsynning úr Sant Kilda, har vóru Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði, Jupiter kom á fiskileið seinnapartin í dag, eisini vóru fleiri norsk skip har - Næraberg royndi heldur norðari á.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder