JN

Fagraberg fiskaði 3.000 tons í 3 døgn

...

2014-04-25 04:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sigast má, at tað er sannur rokfiskiskapur eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Fagraberg, sum kom aftur á feltið seint mánakvøldið, eftir at hava landað á Seyðisfirði, hevur í kvøld sett kós móti Fuglafirði, við fullari last - 3.000 tonsum av svartkjafti - t.v.s. at teir hava fiskað 3.000 tons í 3 døgn.

Tað eru enn nógv skip á feltinum, tey íslendsku sigla til Ísland við veiðuni, ímeðan tey russisku skipini umskipa í Runavík, Fuglafirði og í Ánunum.

ES-skipini royna beint sunnanfyri føroyska markið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder