Vinna

Fagraberg er komin inn við 1.200 tonsum

...

2013-09-01 06:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fagraberg kom á Fuglafjørð seinnapartin við 1.200 tonsum. Teir hava í kvøld landað 300 tons av sild til Havsbrún, í morgin fara teir á Tvøroyri við 900 tonsum av makreli, sum verður landaður til Varðin Pelagic.

Í løtuni landar Finnur Fríði á Tvøroyri, teir verða liðnir um middagin, tá Fagraberg kemur, og sleppir Fagraberg tí framat at landa beinanvegin teir koma á Tvøroyri.

Fagraberg var í gjár saman við Tummas T og Jupiter.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder