Smb. Hálvársrokniskapinum
hjá TF samtakinum 2013 var eginpeningurin 2,5 mia. krónur. Samlaða balancan var
uppá heilar 8,9 mia. krónum.
Hetta, og mangt annað
fingu vit upplýst, tá ið vit mikukvøldið 5 feb. vóru á kunnandi fundi, sum
Tryggingarfelagið hevði bjóða uppstillarunum til.
Væl vitandi, at samtakið
er ein av okkara stóru vøddum innan vinnuvirksemið her á landi, men at støðið
var so høgt, tað er bara at gleðast um. Ella hvat ? Hava eg, tú og øll hini, ið
eiga part í hesum risa samtaki, merkt nakað til góðu gongdina ,ið felagið hevur
havt seinastu árini ? Eg endurtakið; ???Eginpeningurin er 2,5 mia. krónur???
Hvat við vinningsbýti?
tekur kanska onkur til, men júst her er tað óviðkomandi, tá ið talan ikki er um
felag, ið er uppbygt við partabrøvum. Men tá ið støðan er so góð, hví merkir
tann vanligi eigarin ikki meira til hesa framgongd. Gott nokk hoyrist um
yvirskot her og undirskot har í miðlunum, tá ið ársfrágreiðingar verða kunngjørdar,
men vit, ið eiga samtakið og eru við til at geva okkara íkast til góða
úrslitið, eru lítið og onki vitandi um hetta í tí dagliga.
Er nøkur útlutingarskipan
í samtakinum?. Er hon har, so eru tað ikki øll, ið eru vitandi um eina tílíka.
Tað er heldur ikki uppgávan hjá eigarinum at venda sær til samtakið fyri at fáa
sín part í býtinum, um so er. Hetta átti tryggingarveitarin sjálvsagt at kunna
kundan um.
Sum eg havi skilt, so er ongin
útlutingarskipan í samtakinum, men eftir sjálvur at hava kannað og spurt meg
fyri, so veit eg um tryggingartakarar, ið hava fleiri ymiskar tryggingar
teknaðar hjá Ognarfelagnum og soleiðis hava fingið avsláttur. Hetta var eg ikki
vitandi um áðrenn. Sum kundi, havi eg verið í samband við tryggingina nakrar ferðir
og havi ikki fingið hetta boðið. Hetta sigur mær, at tú skalt vera sera tilvitaður
um, hvussu øll skipanin hongur saman. Tað kann ikki vera rætt, at kundin skal
sjálvur kanna hesi viðurskifti fyri at fáa sín lut. Her tørvast broytingar. Um
tað skal haldast áfram við hesum leisti ella eitt hvørt, ið er betur egnað, tað
dugi eg ikki at siga, men tað er umráðandi at hugt verður uppá hetta.
Ein og hvør eigari
gleðist um góðu gongdina hjá samtakinum og áhugamálið er, at tað framvegis slóðar
fyri einum góðum lívstíli í framtíðini. Men kappingin er sera hørð og krevur
tillagingar. Umráðandi er, at tann einstaki kennir seg tryggan við tí loysn,
sum Tryggingarfelagið bjóðar tí einstaka kundanum. Hetta er eitt álit kundin hevur
til samtakið. Tryggingarfelagið eigur sjálvt at vísa á fyrimunirnar, soleiðis
at tann einstaki kundin, ung sum eldrið, hevur rættindi til at fáa sín part av
góðu gongdini av at verða tryggingartakari hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Mítt hjartamál er størri opinleika í
Tryggingarfelagnum Føroyar. Vel tí Bergur R. Dam Jensen
sum títt umboð til umboðráðsvali hjá Tryggingarfelagnum Føroyar 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald