Mikudagin 25. september komu lestrarkortini til oyggjarnar. Tað gekk heldur striltið við at fáa lestrarkortini prentaði, men sum orðataki sigur: leingi er tað, ið væl skal vera.
- Vit hava fingið 1350 lestrarkort í hesum umfarinum, sum vera býtt út millum næmingarnar. Vit hava sett okkum í samband við næmingar og næmingarráð, ið býta lestrarkortini út á skúlunum, sigur Hanus Samró, partaeigari av Sp/F ??.
Ert tú ein av teimum mongu, ið gleðir seg at njóta ágóðan av okkara ókeypis lestrarkorti, kanst tú síggja niðanfyri, hvønn tú skal seta teg í samband við:
Føroya handilsskúli:
Turið Thomsen
Bogi Berg
HF- og studentaskúlin í Hoydølum:
Borgný Súsonnudóttir
Pætur Johansen
Miðnámsskúliná Kambsdali:
EmmaPetersen
Vinnuháskúlin:
JóhanHøjgaard
Tekniskiskúli í Klaksvík og húsarhaldskúli Føroya:
Kommunuskrivstovuni
Setrið:
Skrivstovuni
Heilsuskúlin:
Skrivstovuni
Fiskivinnuskúlin:
Skrivstovuni
Vit hava avtalur við kaféir, tannlækna, bókasølu, venjingarmiðstøð og klædnahandlar v.m., har lesandi fáa avsláttur við lestrarkortinum. Avtalurnar síggjast á www.o.fo.
- Tað skal sigast, at tað framvegis er møguligt at skráseta seg, men tá skulu lesandi hava í huga, at lestrarkortini ikki koma fyrr enn síðst í november, sigur Hanus Samró, partaeigari av ??.
Avtalan er gjørd í samstarvi við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald