Tíðindabræv
Eykasýning við Sara Omar ??? í Norðurlandahúsinum leygardagin 17. oktober, kl. 13
??tsetta tiltakið við Sara Omar verður leygardagin 17. oktober í Norðurlandahúsinum. Av tí, at tað hevur verið so stórur áhugi fyri tiltakinum við Sara Omar, hevur hon játtað at hava tvey tiltøk leygardagin. Fyrra tiltakið byrjar kl. 13:00 og seinna tiltakið, sum er útselt, byrjar kl. 16:00. Atgongumerkjasølan er byrjað og atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum
Sara Omarkemur til Føroyar at tosa um skaldsøgur sínarDødevaskerenogSkyggedanseren.
Skaldsøgurnar hjá Sara Omar hava elvt til nógv kjak, serliga tí tær viðgera so viðkvom evni sum kvinnukúgan, blóðskemd, pedofili, harðskap ímóti kvinnum og børnum, og hvussu mentan, religión og samfelagsskipanir ávirka lívsmøguleikarnar hjá kvinnum og gentum. Skaldsøgurnar byggja á veruligar hendingar.
Á tiltakinum fer Sara Omar í samrøðu við ??luvu Zachariassen at siga frá skaldsøgunum og stríðnum fyri rættindunum hjá øllum kvinnum.
Sara Omar gjørdist víðagitin tá hon í 2017 gav út fyrstu skaldsøgu sína Dødevaskeren, sum beinanvegin bleiv millum mest seldu skaldsøgur í Danmark. Í 2019 gav hon út næstu skaldsøgu sína, Skyggedanseren.
Í 2019 fekk Sara Omar Gyltu Laurberini. Sara Omar fekk eisini Mannarættindaheiðurin 2019 fyri dirvi sítt at fortelja veruleikar um kvinnukúgan og sosialt eftirlit. Hon hevur harumframt fingið eina røð av øðrum heiðurslønum.
Tvey tiltøk við Sara Omar verða í Norðurlandahúsinum leygardagin 17. oktober. Fyrra tiltakið er kl. 13:00-14:30 og seinna tiltakið sum er útselt er frá kl. 16:00-17:30. Henda dagin ber til at keypa skaldsøgurnar í Norðurlandahúsinum.
Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum ???www.nlh.fo.
Tiltakið er eitt samstarv ímillumKvinnufelagið í Havn,NorðurlandahúsiðogAmnesty Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald