2020-09-05 22:58
Í morgin, sunnudagin tann 6. september letur upp listaframsýning við 18 oljumálningum hjá Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður klokkan 17:00 og kemur Helgi Fossádal at røða. Umframt tónleik og lættari ábit verður eisin møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Vit gleða okkum og bjóða øllum hjartaliga vælkomin.
Framsýningin hongur uppi allan september mánaða og er opin soleiðis:
Mánadag til fríggjadag, frá klokkan 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá klokkan 15:00 til 19:00.
GAMLA SEGLH??SIÐ
Klaksvíksvegur 48
700 Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald