LISTAMAÐURIN EYÐUN AV REYNI 70 ÁR.
Leygardagin, tann 31. juli 2021 verður listamaðurin Eyðun av Reyni 70 ár. Í hesum sambandinum letur upp ein framsýning í Gamla Seglhúsinum, har vit eisini ynskja at heiðra listamanninum við einari serligari fernisering.
Eyðun av Reyni er føddur tann 31. juli 1951 og er sonur Elsu og Ingálvur av Reyni. Eyðun giftist í 1985 við Bjørg ??ssursdóttir og eiga tey døturnar Durita og Ingibjørg.
Eyðun var sjómaður í nøkur ár, áðrenn hann tók eina listarliga útbúgving í 1971-72 á Askou-Jensen´s Drawing School in Glyptoteket í Keypmannahavn og Tech Royal Danisk Art Academy somuleiðis í Keypmannahavn.
Eyðun hevur verið fleiri listarliga námsferðir og hevur javnan havt framsýningar av verkum sínum síðani 1964. Somuleiðis hevur Eyðun við sínum verkum prýtt fleiri bygingar umfamt at verk eru umboða í tí almenna rúminum bæði í Føroyum og uttanlendis.
Aðalsteinn Ingólfsson rithøvundur, sigur soleiðis frá um listina hjá Eyðun av Reyni.
Listamálarin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum ??? eins og dansarin, sum hevur vant og vant í óteljandi tímar í bumminum ??? rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðun av Reyni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørdliðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatntøttum litblokkum.
Tað er lætt at síggja í hesum mynstrinum eina tilsiping til arketýpiska føroyska landslagið, sum eldri málarar eins og Mikines og faðir Eyðuns, hin mæti Inválvur av Reyni, hava tulkað. Tískil er áðurnevndi miðdepilin altíð havið, ið sameinir og skilir tær átjan oyggjarnar í Føroyum, sum antin eru svartar sum vetrarskýggin, ið hóttandi kemur niður á tær, ella livandi við hvítum brimi og brúsandi grønum aldum. Forgrundin kann tulkast júst soleiðis: sum eitt landslag fylt við virkni, sum fjølbroyttu formarnir og litirnir rógva fram undir og trýsta og toga hvør annan, stuðla hvør annan ella royna at gera hvør annan til einkis. Vit síggja, at Eyðun málar samansetingar av litblokkum við báðum endunum á penslinum, bæði kustinum og spíska skaftinum, og skapar zig-zag mynstur ella krutl, ið týkjast at sipa til formar, sum liva óheftir av náttúruni.
Aftast í málninginum hjá Eyðuni er altíð minnið um landslagið hinumegin eina og hvørja strond og eitt og hvørt ljóð, kanska eitt eiði, eitt fjall, formurin á einum r´ðrarbáti ella bergini undir medrutum skýggjum, og soleiðis verður dentur lagdur á stórbæri í tí loddrætta og vatnrætta. Ella skuldi landið ikki verið við, hava vit tað endaleysa Norðuratlantshavið, ið er sum ein gjøgnumheilur múru úr vatni, sum røkkur upp ígjøgnum á løriftinum, ella sum rennur saman við tey eins hóttandi skýggini. At nevna bara okkurt av náttúruelementunum, ið Eyðun sipar til, við navni man vera torført, tí málningar hansara eru sum fagur skaldskapur og snúgva seg um nógv meiria enn landsløg í Føroyum og havið kring Føroyar.
Heldur onkur, at tað, ið frammanfyri er lýst, er lætt at spáa um og kann verða sett inn í ein frymil, eigur hann at hyggja aftur, ella betri enn, at ráðføra seg við listasøguna, har vit finna nógvar listamálarar, ei eru nøgdir við minni. Hugsið um Giorgio Morandi og endaleysu frábrigdi hansara av fløskum ella Josef Albers, sum í óteljandi lýsingum fagnar fýrkantinum.
Teir og javnlíkar teirra granska við vilja í tí lítla; men Eyðun av Reyni er sum eit rættur norðurlendskur dramatikari, ið torir at togast við teir stóru tilveruspurningarnar: menneksja afturímóti náttúru, markið millum lív og deyða, náttúran afturímóti sær sjálvari, og at enda spurningurin, ið ber av øllum: Hvat er meiningin við lívinum? Tað er soleiðis fyri ein mann, sum er vaksin upp í einum húski við gudsóttandi brøðrum, at hvussu ofta hann enn er farin skeivur og hvussu langt hann enn er farin frá grúgvuni, liggur hasin spurningurin altíð frammarlaga í tonkunum.
Skrá fyri ferniseringina leygardagin tann 31. juli klokkan 16:00
Símun Gullaksen bjóðar vælkomin og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu setur framsýningina.
Eyðun Nolsøe, Jógvan Olsen og Karl Martin Samuelsen úr bólkinum Hjarnar syrgja fyri tónleikinum og Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag kemur eisini at røða.
Gutti Winther syrgir fyri ábitnum og kemur at borðreiða við ymiskum spennandi bitum
??ll eru hjartliga vælkomin fyri at njóta løtuna, bera fram eina heilsan, síggja málningarnar og annars heilsa uppá Eyðun í hugnaliga Gamla Seglhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald