
Vága Kommuna:
Uppisjóvarskipið Katrin Jóhanna kom á Miðvág í dag kl. 14. Hetta er stórhending í Vága kommunu. Stór mannfjøld var komin saman at heilsa skipi, reiðara og manning.
Sørvágs Tónleikarafelag setti dám á løtuna við horntónleiki.
Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis H. Niclasen flutti fram røðu og beyð skipinum vælkomið, Eisini handaði hon reiðaranum Tummas Henriksen og skiparanum Árna Dalsgaard blómutyssi og gávu.
Reiðarin helt eisini røðu og beyð fólki vælkomnum umborð at síggja skipið. Hann greiddi frá, at skipið væntandi fer til fiskiskap seinni í vikuni.
Niðanfyri prenta vit røðuna hjá borgarstjóranum:
Góðu tit øll
Nú upprann so hesin stóri dagur, at hetta snotiliga far stevnir inn í okkara havn, her tað nú hoyrir heima.
Tað er mær ein stór gleði og heiður at bjóða tykkum vælkomin heim til okkara kommunu. Mær rennur í huga, at eg Í røðu mínari á Vestanstevnu 2017 millum annað segði:
???Til tykkum, ið sakna skipini, kann eg siga, at ætlanin er at flakavirkið startar uppaftur seinni í ár. Vónandi fáa vit aftur at síggja fullfermd skip stevna inn á vágna???
Ikki bara hava tit syrgt fyri tí eina, men nú eru bæði skip og virkið vorðin veruleiki. Snarfrost er nú ???sjeina??? upp og stendur sum ein vakur nýggjur bygningur og her liggur so hetta stásiliga skipið við bryggjuna. Hetta er einki minni eitt megnar tak, tit hava tikið!
Eg vóni so sanniliga, at politiska skipanin stendur við sítt ynski um nýggjar aktørar í fiskivinnuni og ikki bara sleppur teimum uppá fjall.
Henda váðafúsa verkætlan eigir at vekja størstu virðing í politisku skipanini, nú okkurt í hesi fiskivinnunýskipan sær út til at bera frukt.
Her eru gjørdar rættuliga stórar íløgur í skip og virki, so alneyðugt er, at tit framhaldandi sleppa at varðveita kvoturnar og eisini hava møguleikan at økja um tær.
Nú eru vit so savnaði her í dag at taka í móti hesum vakra skipinum Katrin Jóhonnu. So vítt eg veit, er Katrin Jóhanna nýtt skipanavn her á vánni. Tað skal verða mín vón, at hetta vakra navn verður byrjanin til eina nýggja bjarta tíð á hesum stað.
Eg fari vegna býráðið at ynskja tykkum hjartaliga tillukku, Guds ríku signing og blíðan byr - og ikki minstgóðan fiskiskap framyvir.
Til seinast fari at biðja nevndarformann og skipara, Árna Dalsgaard og stjóran, Tummas Henriksen um at koma her til mín at taka í móti blómum og gávu frá kommununi. Og at enda vil nýta høvið at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól.
Takk fyri
Myndir: jn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald