Mentan

Evropeiskur ullardagur

...

2021-04-08 15:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgin 9. apríl 2021 er evropeiskur ullardagur. Hendan dagin verður sent á netinum um ull, seyð og ullarvirking allan dagin ella frá kl. 09.00 um morgunin til kl. 15.00 seinnapartin. Sent verður í øllum Evropa og frá øllum Evropa, Búnaðarstovan hevur ein film um føroyska seyðin og ullina við.

Búnaðarstovan er partur av ullardegnum, millum annað við at ullaráhugaði hittast at nappa, karða og spinna á Búnaðarstovuni. Høvi er hjá almenninginum at koma inn á Búnaðarstovuna millum kl. 14. og kl. 16.00 fríggjadagin 9. apríl.

Her er leinkja til síðuna, har stroymt verður frá:https://www.facebook.com/European-Wool-Exchange-Foundation-EWE-101361918497256

Nógv meir kann lesast um ullardagin á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni:EUROPEISKUR ULLARDAGUR Á NETINUM OG Á B??NAÐARSTOVUNI (bst.fo)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder