Mentan

Erhardt Næs níti

...

2018-01-12 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

ÍSF skrivar:

Tann áttanda januar fór Erhardt Næs, fyrrverandi ÍSF-formaður, um tey níti.

Erhardt er hvalbingur, men kom til Havnar í 1946 at arbeiða. Hann gjørdist skjótt partur av ítróttaumhvørvinum i Havn og var tað serliga kappróðurin, ið hevði hansara áhuga. Og tað var eisini innan kappróðurin at lunnarnir vórðu lagdir til langa lívið hjá Erhardt innan ítróttafyrisiting.

Erhardt var formaður í Havnar Róðrarafelag árini 1954 til 1959 og aftur 1962 til 1964. Hann var eisini eitt skeið formaður í Tórshavnar Ítróttarráð. Í 1962 varð hann valdur í nevndina fyri Ítróttasamband Føroya, og sat hann í henni til hann legði frá sær í 1978. Árini 1964 til 1975 sum skrivari og frá 1976 til 1978 sum formaður.

Árini Erhardt var nevndarlimur í ÍSF hendi nógvar broytingar. Fyrstu fimm árini Erhardt sat sum nevndarlimur, varð ÍSF stjórnað av eini sjey-manna nevnd, ið hevði alla ítróttafyrisiting um hendi, men frá 1967 varð Ítróttasambandið umskipað soleiðis at ovasta leiðslan varð myndað av eini 3 manna starvsnevnd, meðan ymsu ítróttagreinarnar vórðu skipaðar í sjálvstøðugar deildir, sum løgdu egnu kappingar sínar til rættis.

Nógv var á skánni hesi ár. M.a. varð arbeitt við at vinna føroyskari ítrótt altjóða viðurkenning. Og í 1970 eydnaðist hetta tá hondbóltur, sum fyrsta ítróttagrein í Føroyum, fekk fyribils limaskap í altjóða ítróttasambandi; ein limaskapur sum í 1974 varð broyttur til fullan limaskap í IHF.

Fyri drúgva arbeiði sítt fyri føroyska ítrótt hevur Erhardt fingið silvur- og gullmerki ÍSF, umframt at hann er heiðraður við hægsta heiðursmerki Ítróttasambandsins, gullmerkið við bjálka.

Farin um pensjónsaldur leitaði Erhardt sær aftur til røturnar og flutti suður til Hvalbiar at búgva. Hann er nú busitandi í eldrasambýli í heimbygdini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder