JN

Er Gamla Testamenti søguliga álítandi

...

2014-02-20 23:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TÍÐINDASKRIV:

Skeið: Er Gamla Testamenti søguliga álítandi?

Fríggjadagin 28. februar og leygardagin 1. mars verður áhugavert skeið í Hoyvíkar Skúla við dananum Jens Bruun Kofoed, professara, Ph.D. Hann er serkønur og hevur eisini skrivað bøkur um søguliga trúvirðið hjá frásøgnunum í Gamla Testamenti. Á skeiðnum fer hann at leiða luttakararnar inn í tann spurningin, bæði yvirskipað og við ítøkiligum dømum frá fýra pørtum í Gamla Testamenti, sum nógv kjak er um millum fakfólk (nærri skrá og upplýsingar er viðfest).

Skeiðið byrjar fríggjakvøldið kl. 19:30, heldur so fram frá leygarmorgni kl. 9:30 og endar leygardagin kl. 17:30. Tekning er óneyðug og atgongugjaldið er bert 100 kr. við dyrnar.

Aftanfyri tiltakið standa leiðarar frá fleiri ymiskum kirkjum, samkomum og felagsskapum.

Vinaliga

??ssur Kjølbro

Aðalskrivari / General Secretary

Nesvík 8

FO-437 Nesvík

Faroe Islands

tel +298 47 00 00

fax +298 47 00 01

mob +298 77 00 07

[email protected]

www.mission.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder