2013-08-26 23:51
Nøkur pláss eru eftir á mansleguni, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík frá 6. til 8. september. Legan, sum í ár hevur temaið ???modernaði maðurin???, hevur verið sera væl umtókt seinastu árini.
Á mansleguni verða evni tikin upp, sum eru viðkomandi fyri menn í dag. Tríggir fyrilestrar eru á skránni, og evnini í teimum eru ávikavist ???virðing???, ???raðfesting??? og ???ábyrgd???. Eisini eru aðrir aktivitetir: fótbóltur, tónleikur, gongutúrur, góður matur og annað.
Tekningarfreistin er í dag, men tikið verður ímóti tilmeldingum, so leingi pláss eru eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald