Ítróttur

Enn eitt flott úrslit hjá Torkil Veyhe

...

2014-05-01 22:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt nýtt súkkluár er byrjað og sunnudagin 27. apríl var Torkil Veyhe aftur í eldinum. Torkil hevði eitt gott kappingarár í fjør, sum millum annað innibar tvey silvurheiðursmerkir á Oyggjaleikunum á Bermuda. Sum sagt, eitt nýtt kappingarár er byrjað, og longu nú hevur hann vunnið sær fleiri stig í sterkasta bólki í Danmark, bólki A.

Torkil koyrir býr og lesur í ??rhus, og koyrur aftur í ár fyri felgið Odder Cykel Klub. Hetta vikuskiftið koyrdi hann í Skive og eftir hart stríð og strev í 132 kilometrar, megnaði hann at vinna sær eitt 8. pláss, tá 61 mans bjóðaðu Torkil og øðrum sterkum súkklarum av.

  • Royndi at sleppa avstað á seinasta umgangi og tað eydnaðist eisini eina løtu við tveimum øðrum, men vit blivu heintaðir og so slóu tveir aðrir súkklarar kontra, ogso komu avstað. Tað eydnaðist mær ikki at koma við, hóast eg hevði rættuliga góð bein. Royndi so aftur fleiri ferð aftaná at hinir vóru slopninr avstað, av tí eg veit tað ikki plagar at ganga serliga væl í spurtinum, men tað læt seg ikki gera, segði Torkil Veyhe eftir kappingina.

Tað var síðuvindur stórtsæð allan vegin runt á teininum, og á 2. umgangi setti eitt lið seg fremst. Torkil sat rættuliga langt frammi og feltið slitnaði einar 5 placeringar aftan fyri hann. Torkil slapp so at sita við restina av kappingini. Tíggju súkklarar frá Team Designa Køkken, tveir frá CULT Energy Vital Water, tveir frá Riwal Cycling Team, ein frá sælandi, ein svenskari og Torkil. Allir hesir ynsktu sær fyrsta plássið og sigurin. Fleiru høvdu fleiri liðfelagar við sær til hendan dystin, men Torkil var einsamallur úr Odder Cykel Klub, og tí er úrslitið eitt sera flott úrskit.

Seinasta vikuskiftið varð kappast í Varde. Hesa ferð stillaðu 57 mans upp til start og tá bleiv aftur kappast í Landavegsúkkling, og hesa ferð 144 kilometrar.

Torkil var á røttum stað, røttu tíð, og megnaði at koma avstað við einum útbroti. Tá bert 20 km vóru eftir á mál, royndu Torkil saman við fýra øðrum at sleppa frá útbrótarunum, og nú vóru fimm mans, ið koyrdu um sigurin. Tá avtornaði bleiv tað til eitt 4. pláss hjá Torkil, og eitt nýtt súkkluár fekk eina at kalla strálandi byrjan.

??rslit frá Landavegsúkkling, bólkur A, 27. apríl:

http://www.dcu-tilmelding.dk/Resultat.aspx?ResultatID=390#A

??rslit frá Landavegsúkkling, bólkur A, 20. apríl:

http://www.dcu-tilmelding.dk/Resultat.aspx?ResultatID=386#A

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder