Mentan

Enn ber til at melda seg rin ??lavsøkuframsýningina hjá Lions Club

...

2021-07-20 10:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Enn ber til at melda seg til st sýna fram og selja listaverk hjá Lions í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku

>
> KFUK-skótarnir í Havn fáa í ár ágóðan av ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn.
>
> Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi letur upp seinnapartin týsdagin 27. juli og heldur fram ólavsøkudag, ólavsøkuaftan og fríggjadagin 30. juli. Týsdagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og fríggjadagin er opið klokkan 16-20.
>
> Men eingin framsýning uttan listaverk og enn ber til hjá áhugaðum framsýnarum at melda síni listaverk til framsýningina. Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er mikudagin 21. juli
>
> Meldast kann til á hesi leinkju:
>
>https://lionstorshavn.wufoo.com/forms/rdcy1rj07b9wxb/
>
> Eins og gjørt hevur verið hesi síðstu árini, kann hvør framsýnari í mesta lagi hava trý listaverk við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder