2013-08-30 23:22
EM við seyðhundum byrjar í dag. Tríggjir føroyingar luttaka í kappingini sum er í Belgia um vikuskiftið. Teir eru Páll Poulsen við Taru, Eyðstein Jensen við Nap og Tummas Jacobsen við Glen.
Tilsamans eru 89 luttakarar úr 13 londum.
Í dag og í morgin eru tað undankappingar til finalurnar. Tað eru 16 luttakarar sum skulu kappast í finaluni, um at hava bestu seyðhundarnar í Europa.
Í dag skal Eyðstein Jensen í eldin og í morgin fara so Páll Poulsen og Tummas Jacobsen í eldin. Finalan verður sunnudagin.
Í fjør bleiv Páll Poulsen og Tara nr. 8 í europameistarakappingini við seyðhundum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald