JN

Eldur í frystihúsinum í Norðhavnini

...

2013-09-26 04:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eldur er í frystihúsinum í Norðhavnini í Ánunum.

Bilar frá sløkkiliðinum eru á staðnum, sum myndin vísir.

Vakthavandi hjá løgregluni sigur, at eldurin bleiv fráboðaður kl. 21.30. Í løtuni er tamarhald á støðuni og bæði sløkkilið og løgreglan er á staðnum. Tað er nógvur roykur í løtuni, sigur vakthavandi.

22.42: Eldurin er framvegis ikki sløktur siga keldur úr Ánunum. Fyri løtu síðani sóust flammur og sløkkiliðið arbeiðir framvegis við at sløkkja eldin. ??vist er, hvussu stórur skaðin er.

Skrivar nordlysid.fo.

Myndir eru her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder