Mentan

Eldradagurin 14. aug. 2021 í Fuglafirði

...

2021-07-31 10:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TÍÐINDASKRIV frá Landsfelag Pensjónsta:

Eldradagur pensjónista nærkast

Í ár verður árligi Eldradagurin, ætlaður øllun landsins pensjónistum, hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 2. august

Um tvær vikur fer Eldradagurin 2021 av bakkastokki. Í ár verður hann hildin í Fuglafirði.

Seinastu mongu árini hevur Landsfelag Pensjónista saman við lokalfeløgum skipað fyri einum árligum Eldradegi, ætlaður øllum landsins pensjónistum, eisini teimum, sum ikki eru limir í nøkrum lokalum eldra- ella pensjónistafelag. Tó var árið í fjør eitt undantak orsaka av Koronu. Dagurin varð tí fluttur til august í ár í staðin, nú flestu pensjónstar hava fingu 2. sproytuna ímóti hesum herviliga virus.

Tað eru Eldrafelagið Borgin í Fuglafirði og Landsfelag Pensjónista, sum skipa fyri tiltakinum hesuferð. Hann verður leygardagin 14. august í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Bussur koyrir í hesum sambandi frá Smyrli av bryggjuni í Tórshavn kl. 11.45 til Fuglafirðar.

Skemt og álvari

Eldradagurin byrjar við døgverða á miðdegi og endar við einum nátturðabita um kvøldið.

Símun Fornagarð, nevndarlimur í Eldafelagnum Borgini, verður orðstýrari undir døgverðanum, har eisini Harmonikufelagið fer at spæla.

Síðani bjóðar forvinnan í Eldrafelagnum Borgini, Áshild Kristiansen, vælkomin, og varaborgastjórin í Fugafirði, Eyðun á Lakjuni, ber fram eina heilsan vegna kommununa.

Stjórin á Gallup Føroyar, Laila Hentze, greiðir nærri frá eini Gallupkanning, sum farið verður undir í næstum saman við Mariu Skaalum Petersen, verkætlanarleiðara. Kanningin snýr seg um heilsustøðuna hjá teimum, ið eru eldri enn 75 ár.

Alfred Olsen, nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista, verður gestarøðari, og tekur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sær av skemtinum.

Ein fitt løta sett av til millummála, har eisini lutaseðlar verða drignir.

Gongutúrur o.a.

Tey, sum orka væl at ganga, kunnu gleða seg til at fara ein gongutúr gjøgnum bygdina saman við Peturi Martin Petersen og Kristin Poulsen.

Seinni koma umboð fyri Talgildu Føroyar at greiða nærri frá um Samleikan og Vangan, og verður høvi at seta spurningar og fáa svar.

Kl. 18 verður smyrjibreyð, og løtu seinni fer formaðurin í Reyða Krossi Føroyar, Jóannes Eidesgaard, at greiða frá um vitjunartænastuna.

Eftir hetta fer Jónhild Abahamsen at syngja og Áshild Kristiansen at lesa upp yrkingar.

Áðrenn Eldradagurin endar, ber forkvinna Landsfelag Pensjónista, Beate L. Samuelsen, fram eina heilsan, og forkvinnan í Eldrafelagnum Borgin, Áshild Kristiansen, endar dagin.

???Boðar tú til allar tjóðir??? verður sungin, og kl. 20 fer bussur aftur til Havnar, soleiðis, at teir pensjónistar, sum skulu til Suðuroyar, sleppa heimaftur við Smyrli, ið fer suður kl. 21.15.

Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 2. august 2021við at rinda kr. 350,- fyri hvønn á konto í Betri Banka: 9181-363.778.8.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder