Mentan

Eivør á Tinghellu

...

2020-07-27 22:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eivør á Tinghellu

Ein heiltøðrvísi og forkunnug konsert verður á Tinghellu norðan fyri ??ðuvík. Á hesari søguligu hellu og í stórslignari nátturu fara Eivør og Hamferð at spæla. Avmarkað pláss er, og tí verða bert 100 atgongumerki lýst til sølu.

Eivør hevur júst givið nýtt staklag út, sum eitur "Patience", og er tað fyrsta lagið av komandi útgávuni, SEGL, sum eftir ætlan kemur út 18. september 2020.

Sigl ella síg niður á Tinghellu
Túrurin byrjar í ??ðuvík har siglt verður einar sjey min. við báti yvir á Tinghellu og aftur sama veg.

Tey djørvu kunnu velja at síga niður í Fossdalsgjógv síðan við rennistrongi yvir um gjáarmunnan til Tinghellu. Túrurin uppaftur er átjan metrar gjøgnum steyrrætt berg, har góð k
lintrihandtøk eru sett upp.Góðir vegleiðararnir síggja til, at fólk eru í tryggum hondum. Tey, ið vilja síga, skulu vera hampuliga væl fyri. Tað er Sherpa.fo við Bárði Hansen á odda, ið skipar fyri túrinum og konsertini. Tað eru bert 40 fólk, ið sleppa at síga, so tey, ið vilja síga, skulu ringja til Bárð Hansen á telefon nr: 256736 og skráseta seg.

Komin niður Tinghellu bjóðar Sherpa súpan og okkurt gott afturvið. Tinghella er søguligur staður, har várting var hildið í forðum. Tað sigst, at sjálvt Gøtutróndur og Sigmundur Brestisson hava verið har.

Konsertin verður leygardagin 1. august. Bátur fer úr ??ðuvík kl. 12.00, og tiltakið varar umleið tríggjar tímar. Tey ið síga, møta kl. 12.00 við ??ðuvíkarvegin. Einar 300 m frá bygdini er ein lítil vegur, har skeltið SHERPA stendur. Gott at lata seg í eftir veðrinum og at hava góðar skógvar.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo og kostnaður er 1295,- kr.Gevið gætur: Stórur dentur verða lagdur á trygdina, tí verður túrurin avlýstur um tað eru ring líkindi.

Meira kann lesast um túrin og fleiri myndir eru á sherpa.fo og visitrunavik.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder