Vinna

Eivind hevur gjørt ein roktúr vestanfyri

...

2018-12-09 20:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eivind hevur gjørt ein roktúr vestanfyri, teir hava fult skip 250-260 tons av frystum fiski.

Vit á JN.fo hava tosað við skiparan Jan Vang fyri løtu síðan, hann segði, at teir fóru avstað 29. oktober og hava roynt vestanfyri alla tíðina, fiskiskapurin hevur verið góður, teir rokna við, at hava útvið 260 tons í lastini, tað seinasta fer í agnlastina.

Teir seta í kvøld kós móti landi og koma á Kollafjørð fyrrapartin í morgin, teir landa týsdagin.

??tvið helmingurin av veiðuni er toskur, hin helmingurin er hýsa, longa og brosma.

Tað eru 15 mans við hendan túrin og harafturat ein næmingur, sum er í starvsvenjing.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder