2018-04-23 21:31
Eitt fyri meg ógloymandi vikuskiftið er at enda komið. Vit hava ferðast gjøgnum søguna, við frásøgufólki, myndum, filmi, sjónleiki, tónleiki, handverki, list og alskyns fornlutum.
Søvn, privat fólk, starvsfólk í kommununi, og ikki minst næmingarnir á Skúlanum á Giljanesi, hava lagt stóra orku í at sýna lutir fram, íð dagliga ikki eru so atkomiligir. Tey hava lýst søgu okkara bæði á sjógvi og á landi.??t yvir tann vakurleika íð Vágoyggin vísir okkum dagliga, goymir hon eina søgu so ríka og fjøllbroytta, at tað er sera trupult at lýsa hana uppá eitt vikuskiftið. Tó so lukkaðist hettar sera væl, takka verið øllum eldsálum ið búleikast her, ella hava tilknýtið til oynna.
Takk fyri ta orkuna tit øll hava lagt í at fáa hettar tiltakið at eydnast so væl.
Soleiðis skrivar borgmeistarin í Vága kommunu - Eyðdis Hartmann Niclasen - á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald