Mikukvøldið 16. apríl varð skipað fyri kapping í einkultstarti. Koyrt var á teininum millum rundkoyringarnar við Skansan og við R.C. Effersøesgøtu. Startur og mál var við Eik Banka, Yviri við Strond í Havn.
Hóast veðrið var at kalla óðnarveður, so stillaðu fimm mans upp til start. Favoritturin vann, og favorittur at vinna kappingina var Guðmundur Joensen. Jóanis Albert hevur ikki vant so nógv í ár, sum hann gjørdi undan Oyggjaleikunum á Bermuda í fjør, men var væl koyrandi mikukvøldið, og so væl gekk, at hann kom næstur á mál, bert hálvan annan minutt eftir Guðmundur.
Koyrt bleiv 24 km.
??rslit, menn:
1. Guðmundur Joensen, 38 min. 9 sekund
2. Jóanis Albert Nielsen, 39.38
3. Gunnar Dahl-Olsen, 40,17
4. Elmar ??sá, 48,22
5. Dávur Magnussen, DNF
Næsta kapping verður leygardagin 26. apríl. Tá verður kappast í Landavegsúkkling og tá verður aftur møguleiki at koyra tveir teinar, 100 ella 50 km. Kappingin byrjar kl. 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald