2013-08-15 04:01
Eini 3-400 fólk tøku í morgun leiðina eftir sjógvi, landi og ígjøgnum luftina norður á Skarð á Kunoynni, har minnisvarði yvir teir sjey sjólætnu við Skarðsbátinum tollaksmessudag 1913, varð avdúkaður. Ein vanlukka, ið var beinleiðis orsøkin til, at bygdin doyði út nøkur ár seinni, tí allir arbeiðsførir vóru druknaðir. Dagurin í dag skuldi tó síggjast sum ein hátíðarløta, ið var bæði væl fyriskipað av felagnum Skarðsbygd, og á annan hátt stak væleydnað - tað skrivar Zacharis Hammer á Facebook.
Sí eisini: Minningarhald á Skarði 2013 v/ Petur Martin Solmunde á Facebook niðanfyri.
https://www.facebook.com/photo.php?v=10151789891498151&set=vb.723413150&type=2&theater
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald