2014-04-09 20:50
Seinnapartin fór ávaringaarskipanin á Kollafjørð Pelagic í gongd. Fólk og bilar frá sløkkiliðnum í Havn fóru beinanveg á staðið, men tey kundu staðfesta, at talan var um eitt "tekniskt óhapp", sum vakthavandi málber seg.
- Sløkkiliðið er á veg aftur til Havnar nú, eftir at hava staðfest, at ávaringarskipanin var farin í gongd av sær sjálvum, segði vakthavandi á Politistøðini í Havn klokkan 15.25, tað skrivar portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald